Meðan tað sum oftast hevur verið HB, sum hevur havt bóltin meira í grannauppgerðunum seinnu árini, so verður tað væntandi øðrvísi í dag. Um ikki B36 kanska velur at hálsa um.
HB hevur sum oftast og eisini seinnu árini í stóran mund roynt at myndað dystirnar og helst við at hava bóltin meira enn mótstøðuliðið. Hinvegin hevur B36 meir verið eitt lið, sum serliga móti teimum betru liðunum, hevur verið nógv í verjustøðu fyri síðanu at spæla uppá skjótálop.
Men í 2024 eru leilklutirnir býttir um.
HB hevur fingið nýggjan italskan venjara og teimum líkt, so hevur tað ikki nakra raðfesting at hava bóltin, men hinvegin snýr tað seg um at verða væl skipaður í verjustøðu. Tað sást best við, at HB enn einki mál hevur latið inn í spæli. Øll málini eru farin inn eftir deyðbóltsstøður.
B36 hevur fingið nógvar nýggjar leikarar til í ár og nú spæla teir hvítu við bólti har summir av nýggju leikarunum hava havt stórar leiklutir. Eitt nú Jelle Van Der Heyden á vrjukenda miðvøllinum sum er ein leikari, sum dámar væl at spæla smáspæl. Hetta riggaði eisini væl fyrstu umførini, men seinnu umførini hevur tað ikki koyrt væl.
Tí tykist tað sera upplagt, at dystarmyndin verður, at B36 fer at hava bóltin meir, tí tað er tað, sum ársins spælistílur higartil hjá báðum liðum hevur lagt upp til. Einasta, sum kann forða fyri tí, er, um B36 velur at hálsa um, tí tað hevur gingið so illa, og tí at tann dystarmyndin helst passar HB sera væl, har liðið kann bíða og so revsa mistøk ella spæla uppá skjótálop.
B36 hevur ikki vunnið á HB í 15 dystum á rað, og í dag er HB óvanliga stórur favorittur til grannauppgerðina, um hugt verður á Sona.
Stóra grannauppgerðin byrjar kl. 17.00.